Sí upptøkuna: Soleiðis er útsýnið í stýrihúsinum

Sí upptøkuna: Soleiðis er útsýnið í stýrihúsinum
Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvussu tað sær út í stýrihúsinum, tá flogfarið lendir í Vágum, meðan tú sjálv/ur hyggur út ígjøgnum síðuvindeygað?
Soleiðis sá út, tá eitt flogfar hjá Atlantic Airways fleyg inn eftir Sørvágsfirði og setti seg á flogvøllinum síðsta dagin í oktober
Mynd: Skíggjamynd frá upptøku á Facebook  
 
11.11.2018 - 11:55

Hevur tú onkuntíð hildið, at tað er vakurt at hyggja út ígjøgnum síðuvindeygað í flogfarinum, tá tað lendir í Vágum, so skuldi tú roynt at sitið frammi í stýrihúsinum í flogfarinum.

Sí upptøkuna niðanfyri

Útsýnið í stýrihúsinum kann ikki samanberast við tað, ferðafólkini í flogfarinum síggja ígjøgnum vindeyguni í síðuni, tá flogfarið setir seg í Vágum, sum hendan upptøkan vísir.

Í upptøkuni niðan fyri her, sum er 03'22 til longdar, sæst innflúgvingin hjá einum Airbus-flogfari inn eftir Sørvágsfirði og lendingin í Vágum í góðum sýni og floglíkindum síðsta dagin í oktober.

Tað er Kurt Fossaberg (ið sæst til vinstru í upptøkuni í stýrihúsinum), flogskipari á Airbus A319-115 flogfarinum hendan dagin, ið hevur lagt upptøkuna frá innflúgvingini á Facebook.

Set teg væl til rættis og njót góða útsýnið frá fremstu røð í upptøkuni oman fyri her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026