VÍF er nýtt oddalið

VÍF er nýtt oddalið
VÍF er nýtt oddalið í hondbóltskappingini hjá kvinnum
 
11.11.2018 - 18:07

VÍF er nýtt oddalið í fremstu kvinnuhondbóltskappingini. VÍF vann í dag 30-19, tá tær vitjaðu STÍF á Skála.

Við sigrinum er VÍF nú nummar eitt við ellivu stigum. Tær hava tó spælt tveir dystir fleiri enn H71, sum er á øðrum plássi við tíggju stigum.

Í hinum dystinum, sum varð spældur í dag, vann Neistin 28-22 á Stjørnuni í Klaksvík.

VÍF er eisini oddalið í manskappingini, og vestmenningur styrktu í kvøld sína støðu, tá teir vunnu 29-18 á STÍF á Skála.

Í hinum dystinum, sum varð spældur í kvøld, vann Kyndil 31-21 á Team Klaksvík.

Støðan í oddanum í fremstu deildini hjá monnum er, at VÍF er nummar eitt við ellivu stigum, meðan Kyndil og Neistin eru ávikavist nummar tvey og trý, bæði hava átta stig. Neistin hevur spælt ein dyst færri enn VÍF og Kyndil.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025