Eitt vet meiri svartkjaftur og sild frá ES í 2019

Eitt vet meiri svartkjaftur og sild frá ES í 2019
Føroyar og ES skrivaðu í gjár undir avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri næsta ár 
Samráðingarleiðararnir, Andras Kristiansen og Jacques Verborgh, taka í hondina á hvørjum øðrum eftir at hava skrivað undir semju millum Føroyar og ES um sínámillum fiskirættindi í 2019.
Mynd: Fiskimálaráðið  
 
13.12.2018 - 07:31

Føroyar og ES skrivaðu í gjár undir avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2019. 

Avtalan er ikki nógv broytt samanborið við avtaluna fyri í ár, men nakrar broytingar eru tó gjørdar.

Føroysk skip sleppa at fiska 1.000 tons meira av svartkjafti í ES sjógvi næsta ár.

Atgongdin at fiska norðhavssild í sjónum hvør hjá øðrum veksur 500 tons.

Føroyar eiga 32.500 tons av svartkjafti, 4.500 tons av norðhavssild og 24.690 tons av makreli í ES sjógvi næsta ár.

Ymiskar tillagingar eru gjørdar í kvotunum av øðrum fiskasløgum, sum føroysk skip hava í ES sjógvi, og ES skip hava í føroyskum sjógvi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595