21 deyð í kolanámi

21 deyð í kolanámi
21 kolanámsarbeiðsfólk í Kina eru deyð, eftir at takið á einum kolanámi datt niður í gjár.
 
13.01.2019 - 16:08

66 fólk vóru bjargað eftir vanlukkuna við Lijiagou-námið nærhendis býnum Shenmu, í Norðurkina.

Myndugleikarnir kanna nú orsøkina til vanlukkuna. Vanlukkur í námum eru rættiliga vanligar í Kina, hóast myndugleikarnir seinastu árini hava roynt at bøtt um trygdina.

Í oktober í fjør doyðu eisini 21 kolanámsfólk í eini vanlukku í Shandong landslutinum.

Sambært seinastu tølunum lótu 375 fólk lív í kinesiskum kolanámum í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037