- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætlanin at byggja nýtt barnaheim komin í drag
Ætlanin at byggja nýtt barnaheim í Havn er komin í drag.
Lógaruppskotið um at byggja barnaheim varð lagt fyri løgtingið 20. september í fjør, tað kom til 1.viðgerð í tinginum 23. oktober og varð síðani beint í fíggjarnevndina.
Har hevur lógaruppskotið nú ligið í tríggjar mánaðir.
Og har verður tað liggjandi fyribils, sambært Ruth Vang.
Lógaruppskotið er ikki nóg fullfíggjað, og framvegis vanta upplýsingar í málinum, sigur Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini.
Lógaruppskotið gevur landsstýriskvinnuni í almannamálum heimild at byggja eitt barnaheim í Tórshavn fyri í mesta lagi 65 milliónir krónur.
Ætlanin um nýtt barnaheim hevur verið leingi áveg.
Í desember 2017 legði landsstýriskvinnan eitt líknandi lógaruppskot fyri løgtingið, tað uppskotið gav landsstýriskvinnuni heimild at byggja barnaheim í Tórshavn fyri 60 milliónir.
Men lógaruppskotið datt burtur, tá tingsetan endaði.