Kanada biður um náði

Kanada biður um náði
Kanadiski uttanríkisráðharrin sigur, at Kanada hevur biðið kinesisku stjórnina um at veita deyðadømda Robert Schellenberg grið
 
17.01.2019 - 10:21

Kanada hevur biðið Kina um at veita deyðadøma kanadiaranum, Robert Lloyd Schellenberg, grið. Tað upplýsir kanadiski uttanríkisráðharrin, Chrystia Freeland.

- Vit hava longu tosað við kinesiska sendiharran í Kanada og biðið um, at hann fær grið, sigur hon.

36 ára gamli Schellenberg varð í november dømdur 15 ára fongsulsrevsing fyri narkosmugling, men mánadagin varð dómurin broyttur til deyðarevsing.

Síðani hevur Kanada ávarað sínar landsmenn um, at tað er vandamikið at fara til Kina

Justin Trudeau, forsætisráðharri, hevur sagt, at lógin verður tilvildarliga umsitin.

Støðan millum Kanada og Kina hevur verið spent, síðani kanadisku myndugleikarnir handtóku ein leiðara í kinesiska telerisanum, Huawei, Men Wanzhou.

USA heitti á Kanada um at handtaka Wanzhou.

Kinesiska ákæruvaldið sigur, at Schellenberg var oddamaður í einum altjóða bólki, sum skipaði fyri at smugla 222 kilo av narkotiskum evnum úr Kina til Avstralia.

Schellenberg sigur, at hann er ósekur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810