Hoyvíkingar vunnu á vestmenningum

Hoyvíkingar vunnu á vestmenningum
H71 vann á VÍF, og syrgdi við sigrinum fyri, at bæði teir og KÍF komu í hálvfinaluna
 
10.02.2019 - 18:48

Tað var stórur spenningur undan, at síðsti dystur í bólki eitt hjá monnunum skuldi spælast í kvøld.

Undan dystinum høvdu trý lið í bólkinum, H71, VÍF og KÍF, møguleika at koma víðari.

Men nú er greitt, at H71 og KÍF skulu spæla hálvfinalur. Tí syrgdu hoyvíkingar fyri á heimavølli ímóti VÍF í kvøld.

H71 vann 30-27. Hálvleiksstøðan var 16-11 til H71.

H71 hevur vunnið bólkin við fullum stigatali, seks stigum. KÍF endar á øðrum plássi við fýra stigum, meðan VÍF endar á triðja plássi við tveimum stigum. Kyndil 2 endaði niðast við ongum stigi.

Neistin og Kyndil víðari

Í Bólki tvey var longu greitt undan síðsta umfari, at Kyndil og Neistin hava spælt seg víðari. Tey møttust í kvøld í dysti um fyrsta plássið í bólkinum.

Neistin vann 27-25 og fer tí víðari úr bólkaspælinum við fullum stigatali.

Í hinum dystinum í bólki tvey vann StÍF á heimavølli 27-26 á Team Klaksvík.

Í hálvfinalunum hjá monnum skal H71 spæla ímóti Kyndli, meðan Neistin og KÍF spæla hina hálvfinaluna.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV