Steypafinalurnar í hondbólti spældar seinnapartin

Steypafinalurnar í hondbólti spældar seinnapartin
Hjá kvinnunum hittast VÍF og Kyndil í finaluni og hjá monnunum hittast Kyndil og Neistin. Sjónvarpið byrjar at senda frá dystunum klokkan 13:20
 
23.02.2019 - 09:45

Seinnapartin eru steypafinalurnar í hondbólti hjá kvinnum og monnum. 

Hjá kvinnunum eru tað VÍF og Kyndil sum hittast í finaluni. Tann dysturin byrjar klokkan 13:30. Talan er um somu lið, sum vóru í finaluni í fjør, tá vann VÍF 23-19. 

Steypavinnarin hjá monnum í fjør, Kyndil, er aftur í finaluni í ár. Mótstøðuliðið er oddaliðið í landskappingini, Neistin. Tann dysturin byrjar klokkan 16:00.

Sjónvarpið vísir báar dystirnar og byrjar at senda klokkan 13:20.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541