Sudan sett í undantaksstøðu

Sudan sett í undantaksstøðu
Umstríddi forsetin í Sudan, Omar al-Bashir, hevur sett landið í undantaksstøðu og koyrt stjórnina frá
Omar al-Bashir, forseti í Sudan, hevur sett landið í undantaksstøðu og koyrt stjórnina í landinum frá
Mynd: AP  
 
26.02.2019 - 07:06

Hetta er seinasta stigið hjá umstrídda forsetanum í Sudan, har nógvur ófriður hevur verið seinastu vikurnar. Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Bashir, sum millum annað hevur verið eftirlýstur av altjóða revsidómstólinum í Haag fyri sín leiklut í fólkadrápinum í Darfur, hevur sitið við valdinum í Sudan síðani hernaðarkvettið í afrikanska landinum í 1989.

Samstundis sum undantaksstøðan varð sett í verk, koyrdi hann alla stjórnina frá, eisini forsætisráðharran, Moussa, og guvernørarnir í øllum teimum 18 landspørtunum.

Nógv mótmælisfólk latið lív

Mótmælisgongur hava verið kring høvuðsstaðin í Sudan síðani 19. desember, og forsetin hevur fleiri ferðir biðið herin um at leggja uppí.

Nógv mótmælisfólk hava latið lív í Sudan. Tíðindastovan AFP skrivar, at mótmælini byrjaðu, tá breyðprísirnir trífaldaðust eftir stuttari tíð.

Mannarættindafelagsskapir siga, at stjórnin í Sudan hevur brotið mannarættindi fleiri ferðir. ST hevur sett tiltøk í verk móti landinum síðani 1995.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650