Ferðavinnan í Norðoyggjum skipað av nýggjum

Ferðavinnan í Norðoyggjum skipað av nýggjum
VisitNorðoy hevur fingið nýggjar viðtøkur eftir kravi frá Klaksvíkar kommunu og felagið eitur Ferðavinnan í Norðoyggjum
Klaksvík
 
04.03.2019 - 10:45

Samstundis hækkar stuðulin frá Klaskvíkar kommunu 300.000 krónur upp í 800.000 krónur um árið. Kommunan hevur tvey fólk í nevndini. Í nevndini eru fimm fólk. 

VisitNorðoy er framvegis sjálvsognarstovnur. Men sáttmáli skal gerast hvørt ár millum VisitNorðoy og Klaksvíkar kommunu um stuðulin frá kommununi.

VisitNorðoy hevur ikki í løtuni fíggjarligu orkuna til at seta skipaða tilgongd í verk at finna rætta leiðaran fyri kunningarstovuna. 

Leiðarin stóran týdning

Júst leiðarin verður mettur at hava avgerandi týdning fyri at fáa VisitNorðoy á virðiligt støði aftur.

Ein slík tilgongd, at seta leiðara, kostar sannlíkt okkurt um 70.000 kr., upplýsir býráðið. Ferðavinnan í Norðoyggjum rekur kunningarstovuna VisitNorðoy.

Býráðið í Klaksvík hevur heitt á VisitNorðoy um at selja bygningarnar Úti í Grøv. 2019 er royndarár hjá Ferðavinnuni í Norðoyggjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870