Eldrasamstarvið bíðar enn eftir landsstýrinum

Eldrasamstarvið bíðar enn eftir landsstýrinum
Bú- og heimatænastan í Suðuroynni bíðar framvegis eftir fundinum við landsstýrið um eldrasamstarvið í oynni
Úr Fámjin.
 
13.03.2019 - 11:58

Bú- og heimatænastan í Suðuroynni bíðar framvegis eftir fundinum við landsstýrið um eldrasamstarvið í oynni.

Tað nýggjasta er, sambært formanninum í Bú- og heimatænastuni, at løgmaður sunnudagin lovaði, at fundurin verður innan fyri tíggju dagar.

Tað skuldi so verið í seinasta lagi 20. mars, sigur Dennis Holm. 

Men enn eru tó eingi fundarboð komin, sigur hann.

26.februar frættist annars úr Løgmansskrivsstovuni, at fundurin bleiv fyri hálvan mars.

Bú- og heimatænastan sigur seg hava ov fáar pengar til eldrasamstarvið og vil fundast við landsstýrið um tað.

Bú- og heimatænastan bað landsstýrið um eina serskipan sum tann, Sandoyggin hevur, men hana fingu tey ikki.

Fundur var í januar, og tá varð avtalað at hava fund aftur fyrst í februar. 

Men tann fundurin hevur ikki verið enn.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717