Zuzana Caputova vann forsetavalið

Zuzana Caputova vann forsetavalið
Slovakia hevur fingið nýggjanforseta. Zuzana Caputova vann slovakiska forstavalið, og hon verður fyrsta kvinna í forsetasessinum
 
31.03.2019 - 10:15

Caputova, sum nærum ongar royndir hevur í politikki, vann á ES-sendifólkinum, Maros Sefcovic, sum stjórnarflokkurin hevur skotið upp í seinna umfari av atkvøðgreiðsluni, skrivar BBC. Hon legði í valstríðnum dent á gott og ilt, og lovaði at berjast ímóti mutri.

Valið kemur í kjalarvørrinum av, at journalisturin, Jan Kuciak, í fjør varð dripin. Hann kannaði sambond millum politikkarar og skipaðan kriminalitet, men varð skotin til deyðis í februar í fjør. Caputova segði, á morðið á Kuciak var ein av orsøkunum til, at hon stillaði upp til forsetavali. Hon fekk 58 prosent av atkvøðunum og Sefcovic fekk 42 prosent.

Zuzana Caputova er 45 ára gomul, og er limur í liberala Progressiva Slovakia-flokkinum, sum ongan sess hevur í parlamentinum. Í Slovakia, har samkynd ikki kunnu ganga saman í hjúnarlag ella ættleiða, hevur Caputova sagt seg vilja stríðast fyri rættindum hjá LGBTQ-arum.

Sefcovic, sum tapti, er varaforseti í ES-nevndini. Hann stillaði upp fyri stjórnarflokkin, Smer-SD, sum Robert Fico er leiðari fyri. Fico noyddist at leggja frá sær sum forsætisráðharri eftir morðið á journalistin, Jan Kuciak.

Í fyrra valumfari fekk Zuzana Caputova 40 prosent av atkvøðunum, meðan Maros Sefcovic fekk minni enn 19 prosent, skrivar BBC.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751