Brexit aftur útsett

Brexit aftur útsett
Freistin fyri Brexit er nú longd til í seinasta lagi 31. oktober
 
11.04.2019 - 07:15

31. oktober er nýggja dagfestingin fyri Brexit. Tað sigur BBC. Eftir drúgvan fund millum Theresu May, forsætisráðharra, og leiðarar í ES, er avgjørt, at Brexit er útsett til 31. oktober.

Eftir fundin segði Donald Tusk, forseti í Evroparáðanum, at bretar mugu ikki lata tíðina fara til spillis.

Theresa May segði eftir fundin, at tey eru vorðin samd um at leingja freistina fyri Brexit til í seinasta lagi í oktober. Men sjálv heldur Theresa May, at Bretland skal úr ES skjótast gjørligt við einari semju.

ES og bretar eru vorðin samd um, at um so er, at ein semja er gjørd innanfyri tær fyrstu tríggjar vikurnar í mai, so skulu bretar ikki á val til ES tingið 26.mai, og so fer Bretland úr ES 1. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213