Kapping um formanssessin

Kapping um formanssessin
Fleiri eru áhugaði í at gerast formaður í Konservativa flokkinum eftir Theresu May
 
25.05.2019 - 10:56

Fleiri politikarar í Konservativa flokkinum nú bjóða seg fram at taka við eftir Theresu May sum formaður í Konservativa flokkinum.

Fýra fólk hava higartil boðað frá, at tey ætla at stilla upp til at gerast nýggjur formaður ella forkvinna, sigur BBC.

May fer frá 7. juni

Tveir fyrrverðandi uttanríkisráðharrar hava boðað frá, at teir stilla upp, tað eru Boris Johnson og Jeremy Hunt.

Eisini Rory Stewart, ið er fyrrverðandi ráðharri fyri altjóða menning, og Esther McVey, ið er fyrrverðandi ráðharri í arbeiðsmarknaðarmálum, hava hug at taka við eftir Theresu May.

Theresa May hevur boðað frá, at hon leggur frá sær sum forkvinna í Konservativa flokkinum 7. juni, men at hon heldur fram sum forsætisráðharri til nýggjur formaður er valdur í Konservativa flokkinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533