Føroyar eru framvegis oddalið í bólkinum

Føroyar eru framvegis oddalið í bólkinum
U17 hondbóltslandsliðið vann á Estlandi í dag og er tí framvegis á odda í bólki C
Mynd: Harald Bjørgvin  
 
02.07.2019 - 12:10

Føroyska U17 landsliðið í hondbólti hevur nú spælt tríggjar dystir í European Open í Gøteborg og hevur framvegis fult stigatal.

Í dag vann føroyska liðið greiðan 22-11 sigur á Estlandi. Støðan í hálvleikinum var 14-5 til Føroyar.

Málskjúttar:

Elias Ellefefsen á Skipagøtu 6 mál
Baldur Gillason 4 mál
Pauli Mittún 3 mál
Janus Dam Djurhuus 3 mál
Hákun West av Teigum 3 mál
Bogi Hansen 1 mál
Viktor Gaini 1 mál
Ovi Lützen 1 mál

Við sigrinum er greitt, at Føroyar nú hava seks stig fyri tríggjar dystir, og tí framvegis eru oddalið í bólki C.

Úrslitini higartil

Norra-Føroyar 22-32
Ísrael-Estland 26-20
Spania-Georgia 33-21
Georgia-Ísrael 26-29
Spania-Føroyar 27-31
Norra-Estland 27-18
Georgia-Norra 13-26
Føroyar-Estland 22-11
Spania-Ísrael 32-13

Støðan:

1.Føroyar 3.dystir 6 stig
2.Spania 3 dystir 4 stig
3.Norra 3 dystir 4 stig
4.Ísrael 3 dystir 4 stig
5.Estland 3 dystir 0 stig
6.Georgia 3 dystir 0 stig

Í morgin spælir føroyska liðið síðstu dystirnar í bólkaspælinum.

Føroyar møta Georgia klokkan 09.45, og klokkan 15.30 er Ísrael mótstøðuliðið

FM1 sigur beinleiðis frá báðum dystunum og teir verða eisini stroymdir beinleiðis av evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203