Holland vann seg í HM-finaluna

Holland vann seg í HM-finaluna
Eftir longda leiktíð eydnaðist tað Hollandi at vinna á svøríki í HM-hálvfinaluni
 
04.07.2019 - 09:00

Holland hevur fyri fyrstu ferð spælt seg í HM-finaluna í kvinnufótbólti.

Í Hálvfinaluni vunnu tær 1-0 á Svøríki. Málið kom ikki fyrr enn níggju minuttir vóru farnir av umdystinum.

Jackie Groenen sendi bóltin framvið svenska málverjanum, Hedvig Lindahl, og so hevði Holland kós móti finaluni.

Sostatt verður finalan ímillum heimsmeistaran og evropameistaran.

USA, sum er annað liðið í finaluni, vann heimsmeistaraheitið í 2015, og Holland bleiv evropameistari í 2017.

Finalan ímillum USA og Holland verður spæld í Lyon sunnudagin.

Dagin fyri spæla Svøríki og Ongland um bronsuna í Nice.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717