Royndi at ávirka forsetavalið í USA

Royndi at ávirka forsetavalið í USA
WikiLeaks-stovnarin, Julian Assange, arbeiddi fyri at ávirka forsetavalið í USA í 2016, meðan hann var í skjóli á sendistovuni hjá Ekvador í London
Skjøl, sum CNN hevur fingið atgongd til, vísa, at Assange hitti russiskar hakkarar, og á sendistovuni bygdi hann upp ein leiðsludepil sum skuldi ávirka amerikanska forsetavalið
 
16.07.2019 - 16:52

Skjøl, sum CNN hevur fingið atgongd til, vísa, at Assange hitti russiskar hakkarar, og á sendistovuni bygdi hann upp ein leiðsludepil sum skuldi ávirka amerikanska forsetavalið.

Assange skal millum annað hava fingið góða útgerð, sum megnar at flyta nógva dátu, stutt undan at WikiLeaks fekk upplýsingar, sum russisku hakkararnir høvdu skaffað.

Hevði samband við russiskar fregnartænastur

Upplýsingarnar um hetta koma fram í fleiri hundrað eftirlitsfrágreiðingum, sum ein sponsk trygdarfyritøka hevur gjørt, og sum stjórnin í Ekvador hevur bílagt.

Í frágreiðingini skrivar trygdarfyritøkan, at "eingin ivi er um, at prógv eru" um at Assange hevur havt samband við russiskar fregnartænastur.

Tað er áður avdúkað, at russiskir hakkarar hava ávirkað amerikanska forsetavalið við tí endamáli, at Donald Trump skuldi vinna á mótvalevninum Hillary Clinton.

Undir illgruna at hava framt kynslig lógarbrot

Tað varð eisini nevnt í frágreiðingini hjá serliga kanningarleiðaranum, Robert Mueller, fyrr í ár, at WikiLeaks hjálpti russarum at ávirka amerikanska valið. Assange hevur allatíðina sýtt fyri at hava samstarvað við russarar.

Hann hevur eisni tvíhildið um, at keldan til Clinton-teldupostarnar, sum tey almannakunngjørdu undan valinum, ikki var stjórnin í Russlandi ella nakar annað statsligt vald.

Assange søkti í 2012 um friðskjól á sendistovuni hjá Ekvador í London, tí svenskir myndugleikar vilja hava hendur á honum, tí hann er undir illgruna fyri at hava framt kynslig lógarbrot.

Handtikin fyrr í ár

Julian Assange varð fyrr í ár handtikin, tá Ekvador tók aftur politiska órinið frá honum, so bretska løgreglan kundi taka hann.

Assange varð skuldsettur fyri brot á reglurnar um kautión, tí hann helt seg ikki heima í 2012, sum hann annars lovaði løgregluni.

Bretski verjin hjá Assange sigur, at hann verður latin leysur í september ella oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213