ES: Graslíki bannast í 2022

ES: Graslíki bannast í 2022
ES hevur ætlanir um at banna graslíkisvøllir, sum innihalda granulat úr gummi
 
22.07.2019 - 16:26

Hildið verður, at hesi gummikorn dálkað ov nógv. Stendur tað til ES, skulu vøllirnir bannast í 2022, og verandi vøllir verða umlagdir í seinasta lagi í 2028.

Tað finnast yvir 40 sonevndir smærri UEFA-vøllir í Føroyum, umframt allar teir stóru fótbóltsvøllirnar. Hesir eru fyltir við kornum, ella granulati úr gummi.

– Tó at Føroyar ikki eru limir í ES, fer tað at ávirka vøllirnar her heima, um uppskotið verður samtykt, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambambandinum.

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, sigur at graslíkisvøllirnir í Føroyum eru av tí slagi, sum ES nú umhugsar at banna.

Hoyr meira í útvarpstíðindunum klokkan 18 í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327