- Tíðindi, mentan og ítróttur
Enn ein skottilburður í USA

Níggju fólk eru dripin í einum skottilburði í amerikanska býnum Dayton, og 16 onnur fólk eru særd, skrivar Ritzau. Tað váttar løgreglan í statinum Ohio, sambært tíðindastovuni.
Boðini um skottilburðin í Ohio komu bara fáar tímar eftir, at minst 20 fólk vórðu dripin í El Paso.
Sambært blaðnum Dayton Daily News, fór skottilburðurin fram nærhendis einari barr í Dayton klokkan eitt lokala tíð í nátt - klokkan seks í morgun okkara tíð.
Løgreglan fáorðað
Myndir, sum eru lagdar á sosialu miðlarnar, vísa fólk, sum renna fyri lívinum gjøgnum gøturnar eftir at ein maður byrjaði at skjóta eftir fólki nærhendis barrini.
– Maðurin, sum skeyt, er deyður eftir samanbrestir við løgregluna, sigur ein talsmaður hjá løgregluni sambært tíðindastovuni AFP.
Økið, har skottilburðurin í nátt fór fram, er kent fyri náttklubbar, barrir og handlar. Tað búgva umleið 145.000 fólk í Dayton, har vesturi í statinum Ohio.




























