Dayton-skjóting: Skeyt systir sína

Dayton-skjóting: Skeyt systir sína
Ein gerningsmaður skeyt og drap níggju fólk í Dayton, Ohio, um vikuskiftið
Løgreglan ger kanningar í einum øki í Dayton, her ein gerningsmaður skeyt og drap níggju fólk sunnunáttina lokala tíð
Mynd: AP  
 
05.08.2019 - 09:28

Gerningsmaðurin í Dayton var 24 ára gamal og løgreglan arbeiðir út frá ástøðinum um, at álopið var neyvt fyrireikað. Gerningsmaðurin var í skottryggum vesti, masku og oyravernd, umframt at hann hevði fleiri patrónmagasin klár.

Millum tey, gerningsmaðurin skeyt og drap, var systir hansara, hon var 22 ára gomul. Hini, sum lótu lív, vóru millum 25 og 57 ár, fýra kvinnur og fimm menn, trý av teimum hvítt og seks litt.

 >> SÍ EISINI Enn ein skottilburður í USA

Sambært myndugleikunum gekk bara ein hálvur minuttur frá tí, at gerningsmaðurin byrjaði at skjóta frá hond, til løgreglan hevði skotið hann.

Løgreglan hevur sagt, at tað er enn ov tíðliga at siga nakað um, hví maðurin fór at skjóta frá hond leygardagin, men tey hava tó fingið ábendingar um, at maðurin var sálarliga sjúkur.

251 hópskottilburðir higartil í ár

Ein annar skottilburður var eisini í El Paso í statinum Texas um vikuskiftið. Har skeyt og drap ein maður 20 fólk og særdi 26 onnur fólk, hjá níggju teirra stóð í gjár um lív.

Við teimum báðum skottilburðunum um vikuskiftið hava tilsamans 251 hópskottilburðir verið í ár, sigur felagið Gun Violence Archive, ið skrásetur hópskottilburðir.

Sambært teimum er talan um hópskottilburðir, tá í minsta lagi fýra fólk verða rakt í somu atsókn. Higartil eru 8.774 fólk deyð av skotvápnum í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576