Kanning: Løgmaður skal vera løgmaður

bannari
Kanning: Løgmaður skal vera løgmaður
Aksel V. Johannesen skal halda fram, sum løgmaður, halda umleið 40 prosent av teimum spurdu í nýggjari kanning
 
13.08.2019 - 08:51

Løgmaður er hann, sum er best skikkaður at vera løgmaður.

Kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portal.fo, vísir, at sløk 40 prosent av teimum spurdu halda, at Aksel V. Johannesen er best skikkaður, at vera løgmaður í Føroyum.

Spyr.fo spurdi: Hvør skal vera løgmaður? 37,7 prosent svaraðu Aksel V. Johannesen. Kanningin varð gjørd 8. august. Stutt fyri ólavsøku spurdi Spyr.fo sama spurning.

Undirtøkan vaksin

Stutt fyri ólavsøku svaraðu 30,8 prosent Aksel V. Johannesen, sum altso nú fær stuðul frá sløkum sjey prosentstum fleiri enn undan ólavsøku.

Bárður á Steig Nielsen er hann, sum er Aksel V. Johannesen næstur, 19 prosent vilja hava Bárð á Steig Nielsen sum løgmann

Jørgen Niclasen eru tað 15,5 prosent, ið vilja hava sum løgmann, og tíggju prosent vilja hava Høgna Hoydal sum løgmann. 500 fólk eru spurd í kanningini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558