Fýra lond í Evropa ikki meslingafrí

Fýra lond í Evropa ikki meslingafrí
Bretland, Grikkaland, Tjekkia og Albania missa nú rættin at siga seg vera frí fyri meslingar
Heimsheilsustovnurin, WHO, hevur gjørt av, at fýra lond í Europa ikki longur kunnu siga, at meslingar ikki ganga í landinum
 
29.08.2019 - 16:05

Heimsheilsustovnurin, WHO, hevur gjørt av, at fýra lond í Europa ikki longur kunnu siga, at meslingar ikki ganga í landinum. Tað hendir eftir at meslingar gera um seg í fleiri europeiskum londum.

WHO heitir á londini um at koppseta ímóti meslingunum. Londini, sum nú missa rættin til at siga seg vera frí fyri meslingar, eru Bretland, Grikkaland, Tjekkia og Albania. Seinast í 2017 kundi Danmark boða frá, at har gongu meslingar ikki meir.

90.000 tilburðir fyrra hálvár

Heimsheilsustovnurin vísir á, at fyrstu seks mánaðirnar í ár vóru 90.000 tilburðir av meslingum í 48 europeiskum londum. Tað er meir enn tvær ferðir so nógv sum í fjør.

Tað tað er longu meir enn alt árið í fjør, vísir ein uppgerð hjá heimsheilsustovninum. Meslingar er tann barnasjúkan sum smittar ringast, og vaksin kunnu eisini fáa meslingar, vísir WHO á.

Sjúkan kann vera deyðilig um illa vil til. Tí sigur WHO, at minst 95 prosent av fólkinum í einum landi mugu koppsetast, fyri at meslingar ikki skulu gera um seg, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216