Ákærir Iran fyri álop

Ákærir Iran fyri álop
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sigur tað vera mest sannlíkt, at Iran framdi dronu- og rakettálopið á tveir oljubrunnar í Saudiarabia
 
23.09.2019 - 15:43

Boris Johnson vildi ikki vísa aftur møguleikan at brúka bretska hermegi í Persaraflógvanum, men segði at handilstiltøk er eisini ein møguleiki.

Frammanundan hava USA og Saudiarabia skuldsett Iran fyri at hava framt álopið, og USA hevur sent amerikanskar hermenn til Saudiarabia.

Boris Johnson segði, at bretska stjórnin fer at arbeiða saman við USA og evropeiskum londum og svara aftur við eini roynd at minka um spenningin í Persara-flógvanum.

Forsætisráðharrin tekur málið upp

Houthi-uppreistrarmenn í Yemen tóku ábyrgdina eftir álopið 14. september, men av stjórnarskrivstovunum í London verður sagt, at tað er púra ósannlíkt, at uppreistrarherurin skal hava førleika at fremja eitt so stórt álop.

Boris Johnson tosaði við fjølmiðlar, áðrenn hann fór á fund við iranska forsetan, Hassan Rouhani, í New York, har ST-aðalfundur er.

Á fundinum við Hassan Rouhani segði bretski forsætisráðharrin seg eisini fara at taka málið upp um eina bretsk-iranska kvinnu, Nazanin Zaghari-Ratcliffe, ið situr fongslað í Teheran.

Iranskir myndugleikar siga hana vera njósnara, men tað hava bæði bretsk-iranska kvinnan og Bretland víst aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423