Magn og LÍV gera nýggja vindmyllulund

Magn og LÍV gera nýggja vindmyllulund
Partafelagið Magn og LÍV fara nú at byggja og reka vindmyllulund í Flatnahaga vestan fyri Havnina
Magn og LÍV fara nú at gera vindmyllulund í Flatnahaga vestan fyri Havnina (frámerkt á kortinum)
Mynd: Kort: Open Street Map  
 
02.10.2019 - 14:58

Magn vann útboðið um vindmyllulundina í Flatnahaga. Nú hava Magn og LÍV stovnað felag, ið skal byggja og reka vindmyllulundina.

LÍV eigur 60 prosent av partapeninginum og Magn 40 prosent. Flatnahagi, har nýggja vindmyllulundin verður, er frámerktur á kortinum niðanfyri.


Sí størri kort

Hendrik Egholm, stjóri í Magn, sigur, at skal grøna orkuskiftið verða veruleiki, er avgerandi, at einkarrætturin hjá SEV at selja streym til vinnulívið og vanliga føroyingin, verður tikin av.

– Kapping um kundan hevur við sær betri prísir og nýskapan, eins og vit hava sæð á telemarknaðinum, sigur Hendrik Egholm í tíðindaskrivi.

Partur av samlaðari íløguætlan hjá LÍV

Jan Jakobsen, stjóri í LÍV, sigur, at tey fegnast um at kunna verða partur av grønu tilgongdini og at geva kundunum eitt nøktandi avkast.

– Henda íløgan er partur av samlaðu íløguætlanini hjá samtakinum, har vit millum annað vilja seta heimsmálini hjá ST á skránna, sigur hann.

Hann sigur, at samstarvið við Magn tryggjar eina góða føroyska verkætlan, við teimum førleikum, sum ein slík ætlan krevur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952