- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skuldsettur fyri at hava fíggjað valstríð ólógliga

Fyrrverandi franski forsetin, Nicolas Sarkozy, skal í rættin at svara fyri seg í sambandi við, at hann er skuldsettur fyri at hava fíggjað forsetavalstríðið í 2012 á ólógligan hátt.
Tað hevur kærudómstólurin í Paris nú boðað frá. Sarkozy er skuldsettur fyri at hava brúk tvífalt so nógvar pengar, sum tað er loyvt sambært franskari lóg til valstríð, tá hann stillaði uppaftur til forsetavalið.
Hann brúkti 43 milliónir evrur, hámarkið er 22,5 milliónir krónur. Hóast dýrt valstríð, vann valevnið hjá Sosialistaflokkinum, Francois Hollande, forsetavalið.
Verður Sarkozy dømdur, kann hann verða dømdur eitt árs fongsul og fáa 3.750 evrur í sekt. 13 onnur fólk eru skuldsett í málinum. Nicolas Sarkozy var forseti í Fraklandi frá 2007 til 2012.



























