Tveir gávuseyðir latnir á Syðradali

Tveir gávuseyðir latnir á Syðradali
Leygardagin vórðu tveir gávuseyðir latnir synum Bjørn Kalsø, bónda á Syðradali í Kalsoynni. Talan er um elligamlan sið í bygdini
Jancy og Steffan Kalsø og Ása og Sørmundur Kalsø við hvør sínum gávuseyði.
Mynd: Hennibeth Kalsø  
 
15.10.2019 - 09:10

Ávíkavist á sumri og millum jólanna í fjør giftust Sørmundur og Ása Kalsø og Steffan og Jancy Kalsø.

Steffan og Sørmundur eru synir Bjørn og Hennibeth Kalsø, bóndahjún á Syðradali, og sambært gomlum siði á Syðradali vórðu gávuseyðir latnir brúðarpørunum.

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Bjørn Kalsø veit ikki at siga, um tað hevur verið upp á sama máta aðrastaðni í landinum, tá gávuseyður varð latin.

Steffan Kalsø er elsti bróðir av trimum. Mynd: Dánial Klakkstein Thomsen.

Sørmundur Kalsø er miðlingasonur Bjørn og Hennibeth Kalsø. Yngsti bróðurin eitur Símun Kalsø. Mynd: Dánial Klakkstein Thomsen.

- Man kann kanska kalla hetta eina samhaldsfasta skipan, har brúðarparið í bygdini fekk ein seyð í gávu sum ískoyti til húsarhaldið, greiðir Bjørn Kalsø frá, tá hann verður spurdur um hendan gamlan siðin.

10.jpg

Frítekst tagging: 

Gamalt var at fletta seyðin í køkinum, og nógv varð gjørt burturúr. Mynd: Dánial Klakkstein Thomsen.

03.jpg

Frítekst tagging: 

Mynd: Hennibeth Kalsø

Góð vekt
Seyðirnir hjá Steffani og Sørmundi vórðu eisini flettir í køkinum í barndómsheiminum hjá pápa teirra og væl skarst.

01.jpg

Frítekst tagging: 

Mynd: Hennibeth Kalsø

- Onnur geldærin vigaði 59 pund og hevði 26 merkur av tálg, meðan hin vigaði 54 pund og hevði um 29 merkur av tálg, greiðir Steffan Kalsø frá og leggur afturat, at enn er ikki avgjørt, hvørt hjúnið fær hvørja ær.

Foreldrini fingu eisini gávuseyð
Í 1991 fingu Bjørn Kalsø og konan, Hennibeth, eisini gávuseyð á Syðradali í Kalsoynni.

Tá var Zacharias Hammer við, og burtur úr kom sendingin, Manna millum um gávuseyð.

Sendingin sæst her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. mai
Bolero
192020
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta í Leirvíkar kirkju
192015
Sunnudag 18. mai
Kallið: "Tað bar á mál".
191902
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959