Óvist, hvat hendir í dag

Óvist, hvat hendir í dag
Bretska undirhúsið skal í dag kanska atkvøða um skilnaðaravtaluna, sum forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur gjørt við ES
 
21.10.2019 - 13:42

Tað er óvist, hvat hendir við Brexit í bretska parlamentinum í dag. Avtalan við ES skuldi til viðgerðar leygardagin, men tá kom hon ikki til atkvøðugreiðslu.

Ístaðin samtykti undirhúsið við teprum meiriluta eitt broytingaruppskot um, at allar lógir sum hava samband við Brexit-avtaluna, skulu gerast fyrst, áðrenn atkvøtt verður um sjálva avtaluna.

Forsætisráðharrin skal biðja um nýggja freist

At avtalan við ES ikki varð samtykt leygardagin hevði ta avleiðing, at Boris Johnson noyddist at senda eina áheitan til ES um at útseta Brexit í tríggjar mánaðir aftrat - til 31. januar 2020. 

Orsøkin til, at forsætisráðharrin mátti biðja um nýggja freist, er at parlamentið hevur samtykt eina reglu um, at forsætisráðharrin skal biðja um nýggja freist, um parlamentið ikki hevði góðkent Brexit-avtaluna í seinasta lagi 19. oktober, sum var leygardagin.

Enn er ógreitt, um avtalan við ES, sum ikki kom til atkvøðugreiðslu leygardagin, kemur til atkvøðugreiðslu í dag ístaðin.

Atkvøðugreiðsla í dag

Tað er tingformaðurin, John Bercow, sum avger, um undirhúsið skal atkvøða um avtaluna. Ein møgulig atkvøðugreiðsla verður so seinnapartin ella í kvøld.

Boris Johnson, forsætisráðharri, sigur við BBC, at parlamentið skal hava møguleika fyri at siga ja ella nei til avtaluna, og at hetta skal vera í dag.

Hvussu ein møgulig atkvøðugreiðsla endar er eisini óvist. Bretski uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, segði við BBC í gjár, at meiriluti er fyri avtaluni.

Meiriluti fæst helst ikki

Tað krevst vanligur meiriluti í undirhúsinum fyri at samtykkja avtaluna. Tað vil siga, at 326 av teimum 650 limunum í undirhúsinum skulu atkvøða fyri.

The Guardian hevur kannað undirtøkuna fyri avtaluni millum parlamentslimirnar, og blaðið kemur fram til, at meiriluti verður ikki fyri henni.

Blaðið vil vera við, at Boris Johnson bara hevur stuðul frá 320 tinglimum. Men fleiri av tinglimunum vilja ikki avdúka, hvat teir fara at atkvøða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938