Uttanríkisráðharri vitjar Grønland

Uttanríkisráðharri vitjar Grønland
Endamálið við ferðini er at tosa um, hvussu Grønland kann vera meira við í uttanríkis- og trygdarpolitikknum í ríkisfelagsskapinum
 
22.10.2019 - 08:23

– Uttanríkistænastan skal við nýggjum ítøkiligum átøkum í størri mun vísa, at hon er uttanríkistænastan hjá øllum ríkisfelagsskapinum, stendur í tíðindaskrivi hjá danska uttanríkisráðnum.

Jeppe Kofod sigur, at vitjanin er gott høvi til gjølliga at umrøða ítøkilig hugskot til styrkt samstarv á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum - eisini tá hugsað verður um økta altjóða áhugan fyri Grønlandi og Arktis.

Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, kom til Grønlands í gjár og fer avstað aftur í morgin.

Á vitjanini skal hann millum annað hitta tinglimir og landsstýriskvinnuna í uttanríkismálum, Ane Lone Bagger. Eisini skal hann vitja Arktisk Kommando og hitta umboð fyri vinnulívið í Grønlandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887