Vilja hava atkvøðugreiðslu um hoyringar

Vilja hava atkvøðugreiðslu um hoyringar
Amerikanska umboðsmannatingið fer hósdagin at taka eitt stig aftrat í tilgongdini at reisa ríkisrættarmál móti Donald Trump, forseta
 
29.10.2019 - 16:10

Umboðsmannatingið skal atkvøða, um skipast skal fyri almennum hoyringum í málinum. Næsta stigið kann verða ein almenn kanning.

Tástani kann eitt ríkisrættarmál byrja.  Skal Trump koyrast frá sum forseti, krevst, at tveir triðingar av limunum í senatinum atkvøða fyri tí.

Orsøkin til, at demokratarnir vilja hava ríkisrættarmál reist móti forsetanum, er ein samrøða, sum hann hevði við ukrainska forsetan fyrr í ár.

Trump verður lagdur undir at hava lagt trýst í ukrainska forsetan um at kanna eitt mál um mutur í sambandi við, at Joe Biden var varaforseti í USA, og sonur hansara, Hunter Biden, arbeiddi fyri eitt ukrainskt orkusamtak.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938