Søguligur sigur: Johnson fær avgjørdan meiriluta

Søguligur sigur: Johnson fær avgjørdan meiriluta
Konservativi flokkurin vann meira enn 326 valdømi í Bretlandi. Tað er meira enn helvtin av sessunum í Undirhúsinum
Lat okkum fáa Brexit avgreitt, segði Boris Johnson millum annað í takkarrøðuni í morgun, tá valúrslitið í Bretlandi var greitt
Mynd: AP  
 
13.12.2019 - 08:02

Hetta er sostatt besta val hjá Konservativa flokkinum síðani 80-árini, tá Margareth Thatcher var forsætisráðharri í Bretlandi.

Konservativi flokkurin fær 361 av teimum tilsamans 650 sessunum í parlamentinum. Tað eru 66 fleiri enn á seinasta vali.

Greinin heldur fram niðanfyri

– Lat okkum sameina landið. Lat okkum fáa Brexit avgreitt, segði Boris Johnson millum annað í takkarrøðuni í morgun, tá valúrslitið var greitt.

Ringasta val hjá Labour í 84 ár

Eftir at verða tilnevndur vinnari, helt 55 ára gamli Boris Johnson, forsætisráðharri, takkartalu í nátt í sínum egna valdømi, Uxbrigde og South Ruislip, í høvuðsstaðnum, London.

Hinvegin, so var hetta ringasta val hjá Labour-flokkinum síðani 1935. Sambært exitpoll fær Labour 191 sessir í parlamentinum, tað eru 71 færri enn á valinum í 2017. 

Í nátt boðaði vónbrotni formaðurin í Labour, Jeremy Corbyn, frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Labour, hóast Corbyn sjálvur var afturvaldur, men flokkurin tapti valið. 

Hava tryggjað sær Brexit-avtaluna

Stóri taparin á valinum, Jeremy Corbyn leggur ikki frá sær enn. Fyrst skal flokkurin eftirmeta valið og kjakast um, hvussu nú skal farast fram.

Valsigur merkir, at Boris Johnson og Tey Konservativu nú hava tryggjað sær meirilutan og kunnu tryggja Brexit-avtaluna, sum tey higartil ikki hava fingið samtykta.

ES hevur útsett Brexit til 31. januar næsta ár, og forsætisráðharrin hevur fleiri ferðir lovað, at bretar fara úr ES síðstu í januar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Mikudag 15. apríl
Skratsj 15 apríl 2026
207096
Mikudag 15. apríl
Soleiðis kemur tú úr tankameldri
207083
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066