Norðurkoreansk jólagáva

Norðurkoreansk jólagáva
Norðurkorea hevur lovað eina "jólagávu" og tí eru fleiri asiatisk lond stúrin um støðuna
 
25.12.2019 - 10:14

Fleiri amerikanskir og asiatiskir eygleiðarar meta, at talan kann verða um eina nýggja vápnaroynd. Men amerikanski forsetin, Donald Trump hevur boðað frá, at USA fer at taka sær av tí, sum hann tekur til.

Tá amerikanski forsetin tosaði við tíðindafólk í gjár, segði hann, at tey fóru at finna út av, hvat yvirraskilsi var og síðani fóru tey at taka sær væl av tí. 

Tí, sum hann segði, møguliga var talan um eina góða jólagávu. Til dømis ein vakran vasa, segði Donald Trump í Mar-a-Lago í Florida, har hann heldur jólafrí.

Altjóða miðlar skriva, at samstundis hava Kina, Japan og Suðurkorea havt toppfund í kinesiska stórbýnum Chengdu, har tey umrøddu hóttanirnar frá Norðurkorea.

Tá fundurin var av, heittu londini á USA og Norðurkorea um at taka uppaftur samráðingarnar. USA og Norðurkorea hava so at siga ikki tosað saman, síðani landsins leiðarar hittust fyri aðru ferð. Tað var við ársbyrjan í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206