Fegnast um, at sáttmálin ikki fór úr gildi kortini

Fegnast um, at sáttmálin ikki fór úr gildi kortini
Hoyvíkssáttmálin hevur roynst bæði Íslandi og Føroyum væl, sigur íslendskur ráðharri
 
02.01.2020 - 08:08

Íslendingar fegnast, nú Hoyvíkssáttmálin ikki fór úr gildi á nýggjárinum kortini. Guðlaugur Þór Þórðarson, uttanríkisráðharri, sigur, at sáttmálin hevur roynst bæði Íslandi og Føroyum væl.

Hann fegnast um føroysku avgerðina um at taka aftur uppsøgnina, og hann sigur seg gleða seg til at gera samstarvið millum londini uppaftur betri.

Løgtingið samtykti 27. desember at taka aftur uppsøgnina eftir uppskoti frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334