Skeiðið skal skapa áhuga fyri yrkinum

Skeiðið skal skapa áhuga fyri yrkinum
Leiðarin á Heilsuskúlanum vísir atfinningunum frá Heilsurøktarafelagnum og Heilsuhjálparafelagnum aftur
 
10.01.2020 - 10:24

Skeiðið hjá Heilsuskúlanum er málrættað kunning til tey, sum longu starvast á økinum.

Tað sigur Jórun Petersen, leiðari á skúlanum, eftir at bæði Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelagið hava funnist at ætlaða skeiðinum fyri ófaklærd.

Heilsuskúlin og eldrasamstørvini bjóða eitt skeið, sum vendir sær til tey ófaklærdu, ið arbeiða á eldraøkinum.

Skeiðið er fýra dagar.

Tey bæði fakfeløgini siga, at tað er ikki uppgávan hjá Heilsuskúlanum at bjóða slík skeið út. Tað skulu eldrasamstørvini taka sær av. 

Kann útvega fleiri umsøkjarar

Leiðarin á Heilsuskúlanum heldur hinvegin, at eitt slíkt skeið júst kann brúkast til at útvega fleiri umsøkjarar, og skapa áhuga fyri útbúgvingunum, sum skúlin bjóðar.

 - Í hesum føri royna vit at kunna tey, sum arbeiða í yrkinum frammanundan. Hetta er eitt stutt skeið, og tað kann ikki  setast í staðin fyri fullu útbúgvingina, svarar Jórun Petersen.

Hon leggur afturat, at ófaklærd eru ein sjálvsagdur málbólkur hjá einum skúla. 

 - Vit hava fyrr skipað fyri skeiðum fyri ófaklærd fyri Arbeiðsloysisskipanina. Og tað var væl móttikið og umrøtt á skúlanum frammanundan, eisini av fakfeløgunum, ið eru limir í okkara útbúgvingarráði, sigur Jórun Petersen.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483