Danir útseta oljuumfar

Danir útseta oljuumfar
Fyritøkurnar, sum vilja leita eftir olju í danska partinum av Norðsjónum, mugu brynja seg við toli
 
17.01.2020 - 07:22

Dan Jørgensen, danskur oljumálaráðharri, boðar nú frá, at honum tørvar meira tíð til, at taka støðu til málið, og hevur tí útsett avgerðina um víðari leiting eftir olju.

Tað er serliga umhvørvisligu og fíggjarligu avleiðingar, ið ráðharrin ynskir at lýsa nærri. Tað skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.

Talan er um áttanda umfar av útboði av rættindunum at leita eftir olju og gassi í Norðsjónum. Loyvini vara til 2050. Tað eru meira enn 40 ár liðin, síðani danska stjórnin gav tey fyrstu loyvini, at leita eftir olju og gassi í Norðsjónum.

Nýggju loyvini geva feløgum seks ár at leita eftir olju og gassi og síðani 30 ár at fáa tað til høldar. Í 2018 vóru inntøkur hjá danska statskassanum frá olju í Norðsjónum átta milliardir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Mikudag 17. desember
Góðan morgun Føroyar
201642
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552