- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ríkisrættarmálið kann enda longu í kvøld

Republikanski senatorurin, Lamar Alexander, úr Tennessee, hevur boðað frá, at hann ikki fer at atkvøða fyri einum uppskoti frá demokratunum um at avhoyra vitni í málinum.
Republikanararnir hava 53 av teimum 100 senatorunum í senatinum, og tí mugu demokratarnir fáa hjálp frá republikanarunum, fyri at fáa uppskotið samtykt, tí neyðugt er við 51 atkvøðum fyri uppskotinum.
Nú Lamar Alexander hevur almannakunngjørt sína støðu, er ikki líkt til at vitni verða avhoyrd í Senatinum.
Ríkisrættarmálið kann enda longu í kvøld
So skjótt sum republikanski formaðurin í senatinum heldur seg hava nóg nógvar atkvøður fyri at fella demokratiska uppskotið, so verður atkvøtt, og tað kann hava við sær, at ríkisrættarmálið endar longu í kvøld, og at Donald Trump, forseti verður fríkendur fyri allar ákærur.
Demokratarnir vóna framvegis, at nakrir republikanskir senatorar fara at atkvøða fyri uppskotinum um at avhoyra vitni.
Talan er um Mitt Romney, sum hevur funnist nógv at Donaldi Trump, hann er senatorur í Utah, og so er talan um Susan Collins frá maine og Lisu Murkowski úr Alaska.
Nógvir spurningar settir seinastu dagarnar
Susan Collins hevur boðað frá, at hon fer at atkvøða saman við demokratunum, meðan hini bæði ikki hava boðað frá síni støðu enn.
Øll trý hava sett nógvar spurningar seinastu dagarnar um viðurskiftini hjá Trump, forseta, men hava ikki fingið nøktandi svar, siga tey.
Donald Trump, forseti er ákærdur fyri at misnýtt sítt starv sum forseti og fyri at hava roynt at forðað kongressini í at kanna málið.
Atkvøðugreiðsla kann enda javnt
Nú Lamar Alexander hevur kunngjørt sína støðu, kunnu demokratarnir ikki fáa uppskotið um vitni samtykt, teir kunnu í besta føri náa at tað verður javnt í atkvøðugreiðsluni, 50 fyri og 50 ímóti.
Hvat so hendir, er ikki greitt, tí tað er ikki roynt fyrr av tí at hetta bert er triðja ríkisrættarmálið ímóti einum forseta.
Tí verður tað helst hægstarættarformaðurin, John Roberts, sum fær seinasta orðið, tí hann er dómari í ríkisrættarmálinum. Og so kann málið eisini enda eftir atkvøðugreiðsluna sum verður í kvøld, okkara tíð.




























