- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongin ES fíggjarætlan á hesum sinni

Samráðingar millum ES londini um eina fíggjarætlan fyri komandi sjey árini slitnaðu í gjárkvøldið.
Tað skriva fleiri altjóða miðlar.
Formaðurin fyri Evroparáðið, Charles Michel, segði, at tey royndu at semjast um eina avtalu, men tað var bar tíverri ikki á mál í gjár.
- Vit hava tørv á meira tíð, og vit vita at hendan fíggjarlógin er sera torfør at semjast um, segði hann í gjárkvøldið.
ES-londini tingast um eina fíggjarætlan, sum avgerð hvussu nógvan pening ES hevur at arbeiða við fram til 2027.
Karmarnir fyri avtaluna verða ásettir eftir samlaðu bruttotjóðarinntøkuni hjá limalondunum.
Stór ósemja hevur verið millum limalondini um limalondini skulu gjalda meira inn til ES fíggjarlógina.
Í løtuni gjalda limalondini 1 prosent av bruttotjóðarinntøkuni til ES fíggjarlógina.
Ósemjan snýr seg um at nøkur lond vilja økja inngjaldi, meðan onnur lond, har ímillum Danmark, siga seg vilja halda fast í eina prosentinum.




























