Fundir um Suðuroyartunnil og Landssjúkrahúsið

Fundir um Suðuroyartunnil og Landssjúkrahúsið
Umboð fyri Landsverk vera eisini við á fundunum í rættarnevndini og fíggjarnevndini
Christian Andreasen er formaður i rættarnevndini
 
27.02.2020 - 09:23

Rættarnevndin og fíggjarnevndin hjá løgtinginum hava fund í dag.

Báðar nevndirnar vilja tosa við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, rættarnevndin um partafelag, sum skal gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna, og fíggjarnevndin um Landssjúkrahúsið.

Fólk frá Landsverki vera við á báðum fundunum.

Níggju mál

Rættarnevndin hevur níggju mál á skránni í dag, millum annað náttúrumargfeldislógina, dátuverndarlógina, innlit í almenn partafeløg og føroyskt sum rættarmál burturav.

Fíggjarnevndin hevur tvey mál á skránni, høvuðsumvæling, útbygging og nútíðargerð á Landssjúkrahúsinum og broyting í skattalógini til frama fyri heimavirki.

Nevndin hevur eisini givið byggifeløgunum MT Højgaard og Articon og Ráðgevarafelagnum fundarboð, tí nevndin hevur spurningar um Landssjúkrahúsið.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558