Oljuprísurin er lágur í løtuni

Oljuprísurin er lágur í løtuni
Hann liggur um 50 dollarar fyri tunnuna, eftir at hann eitt skifti í vikuni fór niðurum 50 dollarar
 
01.03.2020 - 15:45

Oljuprísurin er lækkaður við einum fjórðingi higartil í ár, og liggur nú um 50 dollarar fyri tunnuna. Tað er lægsti prísurin síðani í juli í 2017.

Prísirnir á mestsum øllum rávørum eru lækkaðir nógv seinastu vikurnar, eftir at coronavirusið fór at gera um seg.

Búskapurin í fleiri londum raktur

Inntøkan hjá oljufeløgunum lækkar nógv, og vandi tykist vera fyri, at stígur fer at koma í búskapin í fleiri londum, serliga í Asia.

Í Kina stendur alt annað enn væl til, at tá kinesisku búskapurin er tann næststørsti í heiminum, dregur hann aðrar búskapir við sær.

Greinarar siga seg rokna við, at oljufeløgini fara at minka munandi um íløgurnar, um oljuprísurin fer at liggja um 50 dollarar fyri tunnuna.

Umrøða støðuna í næstu viku

Fyri at kunna gera neyðugu íløgurnar má prísurin vera 60 dollarar fyri tunnuna, siga teir. Roknað verður við, at Rusland og OPEC londini fara at umrøða støðuna í næstu viku

Roknað verður við, at londini noyðast at lækka søluna av olju, fyri at rætta prísin aftur. Men greinarar siga seg ikki rokna við, at oljuprísurin fer at hækka, hóast londini gera av at skerja søluna.

Tí síggja greinararnir fyri sær, at orljuprísurin kann lækka niður í 40 dollarar fyri tunnuna, fyri síðani at hækka aftur, tí tekin eru um, at eftirspurningurin úr Kina nú veksur eitt sindur, skrivar DN.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026