- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pete Buttigieg tekur seg úr valstríðnum

Tað skrivaðu fleiri amerikanskir miðlar í gjárkvøldið. Hann váttaði sjálvur tíðindini á valfundi í Norður-Carolina í nátt okkara tíð.
– Eg royni ikki longur at gerast demokratiskt valevni til forsetavalið, men eg fari at gera alt, sum eg orki, fyri at tryggja, at vit fáa nýggjan demokratiskan forseta í Hvítu húsini í januar, segði Buttigieg.
38 ára gamli Buttigieg var púra ókendur lokalpolitikari í Indiana, men eftir stutta tíð gjørdist hann landskendur í USA, tá hann stillaði upp til forsetavalið. Hevði hann vunnið uppstillingarvalið, hevði hann verið fyrsta opna samkynda forsetavalevni í USA.
Buttigieg hevur verið sjónligur í valstríðnum
Hann tók nógv á bóli, tá hann vann uppstillingarvalið í Iowa. Eftir tað fekk hann næstflestar atkvøður í New Hampshire. Men síðani hevur tað bara gingið niður á bakka.
Pete Buttigieg gjørdist nummar trý í Nevada, og nú um vikuskiftið endaði hann á fjórðaplássi í Suður-Carolina, har vann fyrrverandi varaforsetin, Joe Biden.
>> SÍ EISINI Fyrsta demokratiska undanvalið verður í dag
Buttigieg boðar frá avgerðini bara tveir dagar undan Super Tuesday, tá uppstillingarval verða hildin í 14 statum. Tað er í morgin, 3. mars, tá flestu nevndarfólk verða funnin, og dagurin verður nevndur Super Tuesday.
Tilsamans skulu 1.344 nevndarfólk veljast í morgin, tað er umleið tveir triðingar av tí, sum krevst fyri at verða tilnevndur í fyrsta umfari á landsfundinum í summar.
Seks valevni eftir í at velja
Washington Post skrivar, at ein av orsøkunum til, at Buttigieg nú gevst í valstríðnum er, at hann heldur seg neyvan hava møguleika at vinna í nøkrum av statunum í morgin, og at kappingarneytarnir eru langt frammanfyri hann.
Nú Pete Buttigieg er farin úr valstríðnum, hava veljarar á demokratiska vonginum í deilstatunum, sum eru eftir, seks valevni í at velja.
Tey eru 78 ára gamli Bernie Sanders, 77 ára gamli Joe Biden, 70 ára gamla Elizabeth Warren, 59 ára gamla Amy Klobuchar, 38 ára gamla Tulsi Gabbard og 78 ára gamli Michael Bloomberg.



























