Reiðarí keypt seg inn í Gist&Vist

Reiðarí keypt seg inn í Gist&Vist
P/f Christian í Grótinum hevur keypt seg inn í Gist&Vist og eigur nú 9% av felagnum
Johannes Jensen, stjóri og høvuðseigari í Gist&Vist
 
07.03.2020 - 18:30

4. mars fekk Gist&Vist, sum millum annað eigur Koks og Hotel Føroyar, nýggjan partaeigara. Tað er partafelagið Christian í Grótinum í Klaksvík, sum fyri 15 milliónir krónur keypti seg inn í felagið, og í dag eigur 9 prosent av partapeninginum. Nýggi eigarin fær eisini møguleika at seta meira í felagið í næstum, so P/f Christian í Grótinum fer at eiga 21 prosent í Gist&Vist.

Gist&Vist eigur umframt Hotel Føroyar og Koks eisini fleiri matstovur ymsastaðir í Havn, millum annað í Gongini í Havn, umframt Hotel Tórshavn, sum er gamla Sjómansheimið. Tað hotellið skal byggjast út til 122 kømur. Hotel Føroyar sjálvt er eisini bygt út frá 129 til 200 kømur.

Farið verður eisini undir at byggja nýtt hotell við nýggja miðbýarøkið í Klaksvík við 80 kømrum. P/f Christian í Grótinum fer at eiga ein fimting av partapeninginum í tí hotellinum, sum Gist&Vist skal reka. Gongur alt sum ætlað við tí hotellætlanini, so letur tað upp í 2023.

Gist&Vist hevði besta úrslit nakrantíð í fjør, við einum yvirskoti eftir skatt upp á 12,9 milliónir krónur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938