Nú kann norðhavssildin fiskast

Nú kann norðhavssildin fiskast
Kvotan er 116.000 tons, men tá onnur hava fingið burturav, kunnu føroysk skip fiska 105.000 tons
 
30.03.2020 - 12:54

Føroyingar kunnu nú fara at fiska norðhavssildina í ár. Kunngerðin varð lýst, og kom í gildi í síðstu viku.

Kvotan í ár er 115.893 tons, 22,05 prosent av mest loyvdu veiðuni, sum ICES mælir til í ár.

Semja varð gjørd um tað við hini strandarlondini í oktober í fjør.
   
Afturat kvotuni í ár koma 710 tons, sum ikki vórðu fiskað í fjør, men eru flutt til í ár.

105.000 tons eftir

Føroyar lata øðrum londum norðhavssild í samráðingum um fiskiveiðurættindi. Eftir til føroysku skipini eru 104.848 tons.

9.851 tons eru sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir, sum hava við sær menning, nýskapan og virðisøking.

Føroysk skip kunnu eisini fiska sild í íslendskum sjógvi, ES-sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.  Føroyski fiskiskapurin í ES-sjógvi er avmarkaður til í mesta lagi 7.000 tons í ár.

Kunnu virka umborð

Í ár er loyvt at virka sildina umborð.

Virking umborð er sambært kunngerðini, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur ella avhøvdaður, sama hvussu hann er goymdur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576