Michelin matstovur á húsagang

Michelin matstovur á húsagang
Felagið, sum eigur Michelin-matstovurnar, Kadeau, í Keypmannahavn og á Bornholm, farið á húsagang.
-
 
31.03.2020 - 09:40

Koronakreppan hevur rakt donsku matstovuvinnuna hart, og nú er felagið, sum eigur Michelin-matstovurnar, Kadeau, í Keypmannahavn og á Bornholm, fari á húsagang.

Felagið eigur eisini fleiri aðrar matstovur í Danmark, skrivar Finans.dk.

 - Vit eru noydd at steðga her, sigur fyrisitingarstjórin, Magnus Klein Kofoed.

 - Kreppan hevur rakt okkum hart.

 - Veturin er ikki besta tíðin hjá felagnum, og gjaldførið er í botni, sigur Magnus Klein Kofoed. 

Kadeau-samtakið hevur í fleiri ár havt undirskot upp á fleiri milliónir. Seinasta roknskaparár var undirskotið nærum 10 milliónir eftir skatt.

Starvsfólkini hjá samtakinum eru farin niður í løn, men tað - saman við hjálparpakkunum frá stjórnini - hevur ikki verið nóg mikið.

 - Hetta er eitt lívsverk, sum nú fer fyri skeyti, at tað harmar okkum almikið, sigur fyrisitingarstjórin.

Matstovan hjá Kadeau í Keypmannahavn hevur tvær michelin-stjørnur, og tann á Bornholm hevur eina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938