Íslendsku kvoturnar hækka

Íslendsku kvoturnar hækka
Ísland hevur hækkað svartkjaftskvotuna og sildakvotuna í ár. 53.600 tons eru løgd afturat svartkjaftskvotuni og 14.200 tons afturat sildakvotuni
 
02.04.2020 - 08:50

Íslendska fiskimálaráðið sigur, at tað royndi at fáa gongd á samráðingar við hini strandalondini um svartkjaft, sild og makrel, men tað var til fánýtis, sigur ráðið.

Kristján Þór Júlíusson, fiskimálaráðharri, segði í februar, at av tí at Ísland ikki sleppur við í makrelsemjuna millum Føroyar, ES og Noreg, fór hann kanska at endurskoða svartkjaftskvotuna og sildakvotuna. Tað hevur hann nú gjørt.

Hann segði tá í februar, at Ísland ásetti sær minni svartkjaftskvotu og sildarkvotu í ár enn undanfarin ár fyri at vísa hinum strandarlondunum, at Ísland vil verja uppsjóvarfiskin og fáa í lag semju um hann.

Íslendska makrelkvotan í ár er 152.000 tons. Hon var 140.000 tons í fjør. Ísland ásetur kvoturnar av uppsjóvarkvoturnar fyrr enn vanligt í ár, partvíst fyri at hjálpa fiskivinnuni móti korona.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585