Fiskur fyri 150 milliónir á goymslu

Fiskur fyri 150 milliónir á goymslu
Tað gingur striltið hjá Pelagos í Fuglafirði at selja fiskin, sum er á goymslu í løtuni
Fiskur fyri umleið 150 milliónir krónur er í løtuni á goymsluni hjá Pelagos í Fuglafirði
 
17.04.2020 - 14:58

Pelagos í Fuglafirði hevur fisk fyri umleið 150 milliónir krónur á goymslu í løtuni, tí størsti marknaðurin, tann russiski, liggur stillur í løtuni, skrivar Vinnuhúsið.

– Vit liggja inni við goymslum, sum seljast seinni, enn tær plaga, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri, sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

Vanliga verður selt av goymslunum út á marknaðirnar kring heimin frá februar til august, men í ár er ringt at sleppa av við fiskin. Smittutálmandi tiltøkini í Russlandi gera, at eftirspurningurin av vørunum frá Pelagos er minkaður munandi. 

Fraktkostnaðurin í Fjareystri tvífaldaður

– Tað gongur striltið at selja til Russlands í løtuni, sigur stjórin í Pelagos í Fuglafirði.

Men eisini marknaðirnir í Afrika og Fjareystri eru meir ella minni steðgaðir upp, meðan fraktkostnaðurin í Fjareystri er tvífaldaður. 

Jóhan Páll Joensen hevur kortini góðar vónir um at sleppa av við fiskin á goymsluni seinni í ár, tí vørurnar verða framleiddar til handlar í Russlandi og eru í tí bíliga endanum.  

Pelagos framleiðir uppsjóvarfisk til matna, serliga makrel og sild. Meginparturin av fiskinum á goymslu er makrelur, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392