Hondbóltsárið liðugt, og eingin FM-vinnari verður

bannari
Hondbóltsárið liðugt, og eingin FM-vinnari verður
Síðstu umførini og endaspælið í bestu hondbóltsdeildunum hjá kvinnum og monnum er avlýst. Tað hevur Hondbóltssambandið júst kunngjørt
 
18.04.2020 - 16:55

Hondbóltssamband Føroya hevur avgjørt at enda SMS- og Okkara-kappingarnar.

Hetta merkir, at eingin føroyameistari verður funnin í SMS- og Okkara-kappingunum kappingarárið 2019/2020, skrivar Hondbóltssambandið.

Hondbóltssambandið hevur lagt nógv fyri at fáa SMS- og Okkara-kappingarnar avgreiddar og hevur m.a. gjørt nógv burturúr, í samráð við feløgini, at tillaga kappingarnar soleiðis, at tær kundu verða avgreiddar forsvarliga, um so var, at hetta fór at verða mett at verða ráðiligt innanfyri eitt rímiligt tíðarskeið.

 - Aftaná at politiska skipanin áðrenn páskir mælti til, at kappingar í m.a. hondbólti kunnu byrja aftur 9. mai, vendi Hondbóltssambandið sær sum avrátt til koronaráðgevingina við einum uppskoti til mannagongd til, hvussu venjingar og dystir kunnu verða lagdir til rættis. Hondbóltssambandið skilir svarið frá Koronaráðgevingini soleiðis, at tað undir núverandi umstøðum verður frámælt, at hondbóltsvenjingar og dystir verða fyriskipaðir tær næstu vikurnar, skrivar HSF á heimasíðu síni.

Vísandi hertil og til, at Hondbóltssambandið áður hevur sett 31. mai sum evsta mark fyri, nær SMS- og Okkara-kappingarnar skuldu verða avgreiddar, hevur Hondbóltssambandið avgjørt at enda SMS- og Okkara-kappingarnar 2019/2020, skrivar HSF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334