Stúra fyri hungursvanlukku í fátæku londunum

Stúra fyri hungursvanlukku í fátæku londunum
Vandi er fyri, at kornufarsóttin kann elva til hungursvanlukku í fleiri at heimsins fátæku londum
Mynd: AP  
 
22.04.2020 - 08:08

ST-matvørustovnurin, WFP, ávarar í ársfrágreiðing síni um hungursneyð av ringasta slag. Stjórin fyri WFP, David Beasley, mælir til, at tiltøk verða sett í verk sum skjótast.

- Vit kunnu um nakrar fáa mánaðir fáa hungursneyð av bíbilskum proportiónum. Og veruleikin er, at tíðin er ikki við okkum, segði Beasley í talu í ST-trygdarráðnum.

Ongsprettur og arbeiðsloysi

Sambært frágreiðini frá ST-matvørustovninum kann talið av fólki, sum líður hugnur, nærum tvífaldast til 250 milliónir fólk. Hóttanin er størst móti fátæku londunum, har ófriður valdar, eitt nú Suðursudan, Venezuela og Jemen.

Fleiri lond í Eysturafrika og Suðurasia líða undir, at trot er á matvørum orsakað av turki, og at ongsprettur hava etið grøðina, og tað var longu áðrenn koronukreppan byrjaði.

ST-stovnurin ávarar um, at avmarkingarnar, sum skulu steðgða koronusmittuni, hótta matvørugrundarlagið í fleiri londum, har akurskurðurin væntandi hevði verið góður.

Trot á matvørum

Avmarkingarnar ávirka flutning og góðsking av matvørunum, og tí verður trot á matvørum í fátækum londum.

Útgonguforboð og aðrar avmarkingar forða eisini arbeiðnum at berja niður stóru ongsprettuflokkarnar, sum eta stóran part av grøðini í Eysturafrika.

Koronufarsóttin hevur eisini rakt búskapin í fátæku londunum meint. Arbeiðsloysið veksur í býunum, og tað merkir, at fólk ikki hava ráð at keypa mat.

Nógv fólk doyggja næstu mánaðirnar

Í fleiri býum eru fólk hava fólk als onga inntøku orsakað av tiltøkum í sambandi við koronufarsóttina.

David Beasley ávarar um, at avleiðingin kann verða, at tíggjutals milliónir fólk doyggja í hungri næstu mánaðirnar, um ikki heimurin hjálpir meira. 

Men ríku londini eru í løtuni sjálv í djúpari búskaparligari kreppu orsakað av koronusmittuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585