Gevast at krevja persónligt veðhald fyri lán

Gevast at krevja persónligt veðhald fyri lán
Búnaðargrunnurin ætlar í staðin at krevja veð í festibrævi og mjólkakvotu
 
27.04.2020 - 14:50

Búnaðargrunnurin ætlar at gevast við at krevja persónligt veðhald fyri lánum úr grunninum.

Tað sigur Helgi Abrahamsen landsstýrismaður, sum hevur svarað Akseli V. Johannesen, løgtingsmanni, ið spurdi um veðhald í landbúnaðinum.

Løgtingsins umboðsmaður segði í 2007, at kravið um persónligt veðhald er ein órímilig treyt at seta festarum, sum taka lán frá Búnaðargrunninum. 

Ikki mát við avleiðingar

Hesin háttur Búnaðargrunsins at tryggja ognir sínar stendur ikki mát við tær avleiðingar, sum kunnu verða fyri festaran, og er tí ikki í samsvari við markregluna, sum er galdandi fyri fyrisitingina. 

Markreglan ásetur, at fyrisitingin hvørki kann ella eigur at gera størri inntriv í rættindini hjá borgarunum, enn endamálið við atgerðini tilskilar.

Løgtingsins umboðsmaður sigur eisini, at tað hvørki í lóg ella kunngerðum eru ábendingar um, at ætlanin hevur verið, at Búnaðargrunnurin skuldi tryggja lán síni við persónligum veðhaldi.  

Veð í festibrævinum

Búnaðargrunnurin hevur upplýst fyri Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, at arbeitt verður við at fara burtur frá persónligum veðhaldi fyri lán til landbúnaðin. 

Ætlanin at veita lán soleiðis, at tey fyrst og fremst verða latin við veði í festibrævinum og við veði í møguligari mjólkakvotu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115