Dettifoss skrásettur í Føroyum

Dettifoss skrásettur í Føroyum
Nýggja skipið hjá Eimskipi, Dettifoss, sum er bygt i Kina, er skrásett í føroysku altjóða skipaskránni
Mynd: Eimskip  
 
30.04.2020 - 08:44

Smápartafelagið Liner A í Havn er eigari. Dettifoss varð latin Eimskipi í gjár. Skipið tekur 2.150 bingjur. Skipið fer úr Kina til Íslands fyrst í mai. Ferðin tekur 40 dagar.

Men Dettifoss fer inn í Singapore, Sri Lanka og Danmark á leiðini. Skipið er partur í ætlaða samstarvinum við grønlendska skipafelagið Royal Arctic Line, sum byrjar í juni.

Seinni í ár verður Brúarfoss, systurskipið hjá Dettifossi, liðugt. Skipini eru 180 metrar long og 31 metrar breið. Til sammetingar kann sigast, at Norröna er 166 metrar long og 30 metrar breið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595