Lata íslendska ríkiskassanum pengarnar aftur

Lata íslendska ríkiskassanum pengarnar aftur
Samherji og dótturfeløgini í Íslandi fara nú at lata íslendska ríkiskassanum pengarnar aftur, ið starvsfólk hjá feløgunum hava fingið í lønarískoyti
 
14.05.2020 - 08:33

Samherji ætlar nú at gjalda alla lønina hjá teimum, sum felagið hevur sent til hús. Samherji legst afturat stórum feløgum í Íslandi, sum hava fingið lønarískoyti, hóast feløgini ikki hava brúk fyri tí.

Tað hevur fingið øði í politikarar og onnur, at hesi feløg skulu gera sær dælt av almennum pengum, hóast tey ikki hava teir fyri neyðini.

Millum hesi feløg, sum nú hava goldið ríkiskassanum lønarískoytið aftur, er oljufelagið Skeljungur, sum eigur Magn í Føroyum. Hvussu er og ikki, so verður lógin um lønarískoyti broytt, sigur Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharri.

Avgerð endurskoðast

Í Íslandi verður nú kunngjørt, hvørjar fyritøkurnar eru, sum fáa lønarískoyti. Tær eru okkurt um 6.700. Í fyrstani var ikki ætlanin at almannakunngera listan.

Men tann avgerðin er nú endurskoðað, eftir at stovnurin, sum umsitur persónsupplýsingar og vernd teirra, hevur givið loyvi.

Her heima vil Als ikki upplýsa, hvør brúkar lønarískoytisskipanina í Føroyum. TAKS vil heldur ikki geva innlit í, hvør brúkar hjálparpakka tvey og fær pengar úr landskassanum til fastar útreiðslur.

Men avgerðin um at nokta innliti verður nú viðgjørd av nýggjum, kunngjørdi TAKS í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532