- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu hava betri umstøður í varðhaldi og fongsli
Løgtingið fer í dag at biðja landsstýrið síggja til, at tey, sum verða dømd at vera í varðhaldi ella í fongsli, skulu hava tað betri, meðan tey sita, og aftaná.
Rættarnevndin hevur útbygt eitt uppskot til samtyktar frá Rósu Samuelsen og Djóna Nolsøe Joensen um Arrestina í Mjørkadali.
Tey vildu hava, at umstøðurnar har vera sum í danska fongsulsverkinum annars.
Løgtingið hevur sett tey bæði at hava eftirlit við varðhaldsfangum.
Broytingaruppskot
Men Rættarnevndin er komin við einum broytingaruppskoti, sum eisini umfatar eitt sokallað útslúsingartilboð í sambandi við leyslating og nýtt fongsul í Føroyum.
Talan er tó framvegis bara um eitt uppskot til samtyktar, um eina áheitan á landsstýrið.
Rættarnevndin sigur, at Arrestin í Mjørkadali er bæði varðhald og fongsul, hóast varðhald og fongsul eru hvørt sítt.
Men tey, sum verða dømd at sita í meira enn eitt ár, verða send til Danmarkar. Hetta kann kennast sum ein eyka revsing, sigur Rættarnevndin.
Nevndin hevur fingið at vita frá Amnesty International, at varðhaldsfangar í Føroyum verða oftari avbyrgdir enn fangar í øðrum londum, tí so trongligt er í Arrestini í Mjørkadali.
Og í Danmark vita tey um Arrestina í Mjørkadali.
Nick Hækkerup tekur undir
Tí Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, svarar Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, at hann fer at venda sær til Kriminalforsorgina um Mjørkadal.
Og hann tekur undir við uppskotinum hjá løgmanni um, at føroysk og donsk embætisfólk viðgera fongsulsviðurskiftini í Føroyum.
Atkvøtt verður um broytingaruppskotið hjá Rættarnevndina á tingfundinum í dag.
Tingfundurin í dag er kl.11.00.